Ung selja seg fyri pengar

Ung selja seg fyri pengar
Ungar kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni, staðfestir leiðarin á "Megna títt lív" í Almannaverkinum
Magni Højgaard er leiðari á tilboðnum "Megna títt lív" í Almannaverkinum
11.06.2020 - 16:31

Tað er ein vaksandi trupulleiki, at ungar kvinnur selja sín kropp fyri pengar ella rúsevni. 

Magni Højgaard er leiðari fyri tilboðið undir Almannaverkinum, við heitinum "Megna títt lív."

Tilboðið varð sett á stovn, eftir at nakrar ógvisligar hendingar í 2017 og 2018 høvdu við sær, at eitt álit varð skrivað um hesi ungfólkini, sum liva í kriminella og rúsevnisumhvørvinum í Føroyum. 

Nú tilboðið hevur verið til í eitt lítið ár, kann Magni Højgaard staðfesta, at ein av fleiri vaksandi trupulleikum fyri hetta umhvørvið er, at ungar kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni. 

– Her er eitt parallelsamfelag, eins og vit síggja tað í øðrum londum, sigur Magni Højgaard.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655