- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við veðrum í vestaru skor
Úr savninum: Við veðrum í vestaru skor
20-10-2020
- føroysk sending frá 2005

Við veðrum í vestaru skor
Vit fara við sandavágsmonnum norð í Skor við 19 veðrum. Skorin er tann vestasta av tveimum skorum á norðursíðuni á Vágoynni. Hon verður tí nevnd Vestara Skor. Vit byrja heima í Sandavági tíðliga á morgni. Sjónvarpið er við fýramannafarinum, tá tað stríðir seg norð gjøgnum Vestmannasund. Síðan gongur leiðin frá lendingini við Slættanes gjøgnum hagan, til skorarnar har bæði seyður og fólk skulu niður. Aldargamlir siðir verða brúktir í størstu virðing og álvara. Frásøgumaður er 80 ára gamli Sigurð Petersen úr Sandavági, ið eisini er elsti skoramaður á ferðini. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.