18 ár og stillar upp

bannari
18 ár og stillar upp
18 ára gamla Jónhild Midjord Nybo av Tvøroyri skal fyri fyrstu ferð á val í dag, og krossin kann hon seta við sítt egna navn
Jónhild Midjord Nybo á veg at greiða sína fyrstu valatkvøðu
10.11.2020 - 20:25

Jónhild Midjord Nybo er 18 ára gomul og býr á Tvøroyri. Jónhild stillar upp til bygdaráðið á Tvøroyri, og hetta er eisini fyrstu ferð, at hon fer á val. 

Jónhild vil hava eina broyting í kommununi, og tí hevur hon gjørt av at stilla upp sjálv. 

– Tað er eingin loyna, at sitandi býráð hevur ikki samstarvað serliga væl, og tað ætli eg mær at broyta, um eg sleppi inn, sigur unga valevnið.

Ósemjur hava merkt valskeiðið á Tvøroyri

Móti ársenda í 2017 slitnaði býráðssamgongan á Tvørori, og borgarstjórin misti meirilutan, sum tá taldi fýra av sjey býráðslimum.

Kristina Roest tók seg úr samgonguni, tí hon ikki kundi góðtaka arbeiðslagið, sum var í táverandi samgonguni. Hetta fylti eisini nógv í miðlunum, sum fylgdu væl við støðuni á Tvøroyri.

Stutt eftir var aftur rumbul á Tvøroyri, tá borgarstjórin, Kristin Michelsen, varð valdur inn á Løgting.

Ov tíðliga at siga

Nýggja samgongan í Tvøroyrar býráði boðaði stutt eftir valið frá, at borgarstjórin ikki longur fekk tilsøgn frá meirilutanum um at virka sum løgtingslimur og borgarstjóri samstundis.

Eisini hendan ósemjan fylti nógv í miðlunum. Kristin Michelsen bleiv tó verandi borgarstjóri, samstundis sum hann stillar upp aftur til kommunuvalið í ár.

Spurd, um hon ynskir sær borgarstjórasessin, heldur Jónhild tað vera ov tíðliga at siga nakað um enn. 

– Tað veit ikki, tað fáa vit at síggja, sigur unga valevnið á Tvøroyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342