Heðin verður borgarstjóri

bannari
Heðin verður borgarstjóri
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn hava skipað býráðssamgongu, og tað er avgjørt, at Heðin Mortensen verður borgarstjóri
11.11.2020 - 00:43

Samráðingarnar eru í gongd á Gamla Apoteki í Havn, og har sita valdu umboðini frá teimum trimum flokkunum, Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn. 

Enn eru allir smálutir ikki komnir upp á pláss, men Javnaðarflokkurin fæ,r sum størsti flokkur, borgarstjóran. Javnaðarflokkurin fekk í alt 43,9% av atkvøðunum. 

Omanfyri er samrøða við teir tríggir samgongulimirnar, Ruth Vang, Annfinn Brekkstein og Heðin Mortensen. 

Heðin toppskorari

Heðin Mortensen fekk nógv flestar atkvøður við býráðsvalið, hann fekk 2288 persónligar atkvøður.

Næst honum var partamaðurin Tróndur Sigurðsson, sum fekk 882 atkvøðum. 

Nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu sær soleiðis út:

Sí øll úrslitini frá kommunuvalinum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595