Astrið og Gunnvá bestar í liðkapping

Astrið og Gunnvá bestar í liðkapping
Astrið Nanly Breckmann og Gunnvá Mørkøre vunnu FM í amboðsfimleiki fyri lið við sannførandi avriki
30.11.2020 - 19:13

Tað var HF1, sum var mannað við teimum báðum, Astrið Nanly Breckmann og Gunnvá Mørkøre, sum vann FM í amboðsfimleiki fyri lið í Fimi leygardagin.

HF2 gjørdist nummar tvey, meðan liðið hjá Støkk endaði á triðja plássi. 

Hjá monnunum tók bert eitt lið lut. Hjálmar Allansson Dalskarð, Óli Joensen, Djóni Sakariasson og Tóki Janusarson Strøm mannaðu liðið hjá Havnar Fimleikafelag.

 - Kappingin var øgiliga jønv, inntil vit komu á gólvið. Tað var okkara sterka síða, og tað var tað, sum gjørdi, at vit vunnu, segði Astrið Nanly Breckmann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF