Danir fáa tilboð um nýggjárstúr til Føroya

bannari
Danir fáa tilboð um nýggjárstúr til Føroya
Hóast landsstýrið biður fólk vera heima til sætta dag, tá tey koma til Føroya, so bjóða ferðaskrivstovurnar stuttar nýggjárstúrar hendavegin
14.12.2020 - 19:32

Greengate Incoming hevur lýst við pakkatúrum til Føroya á nýggjárinum, har fólk kunnu fara út at spáka í miðbýnum longu, tá tey koma til landið. Men gjár var hesin nýggjárstúrurin so tikin av heimasíðuni aftur. 

Marni Hjallnafoss, marknaðarleiðari og eigari á Greengate inncoming, ásannar, at tey kundu havt tikið túrarnar av heimasíðuni fyrr. Tá ferðafólk leita eftir pakkatúrum til Føroya á heimasíðuni hjá Greengate, verður einki nevnt um koronatilmæli ella sóttarhald.

Eisini Make Travel bjóðar dønum líknandi túrar til Føroya. Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Kent L. Christensen, sum eigur Make Travel, at teirra viðskiftafólk verða kunnað um almennu tilmælini um sóttarhald.

At fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið við komu á flogvøllinum er tøkt. Og at vera ansin frá tí tey koma til landið til eftir kanningarúrslitið á sætta degi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039