Føroyskir fangar skulu hava betri sømdir

Føroyskir fangar skulu hava betri sømdir
- Tað eru fleiri viðurskifti, sum ikki eru í ordan í dag. Vit fara at betra um umstøðurnar í 2021, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
21.12.2020 - 19:57

Í Danmark er nýtslan av "revsikliva" økt við fleiri túsund prosentum seinastu árini.

Amnesty International Føroya Deild skrivar í seinastu hoyringini um mannarættindi, at tey hava fingið fleiri frágreiðingar um, at føroyingar, sum sita í Danmark, verða settir í "revsikliva", sum disciplinær revsing.

Hetta merkir, at viðkomandi verður settur í avbyrging í 23 tímar um døgnið í fleiri enn 14 dagar. Orsøkin er sum oftast, at viðkomandi hevur forbrotið seg inn á onkra reglu í fongslinum.

Júst Danmark er fyri lemjandi atfinningum frá Torturnevndini í Evroparáðnum í frágreiðing frá januar í ár, har nevndin millum annað vísir á, at talið av fangum, sum verða settir í avbyrging í upp í fýra vikur, er vaksandi, hóast vit hava eitt altjóða viðurkent mark, sum sigur, at 14 dagar er markið fyri, hvussu leingi ein persónur kann sita avbyrgdur. 

 

Løgmaður tekur undir við Amnesty, sum sigur, at umstøðurnar ikki eru nøktandi. Hann vísir á, at føroyskir myndugleikar í januar fara at hitta danskar myndugleikar um støðuna. 

 

Sí kjak millum Katrina á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty International Føroya Deild, og Bárð á Steig Nielsen, løgmann, her. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334