- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Útlendskir høvuðsleikarar, útlendskir leikstjórar og útlendskt filmslið.
Tað ljóðar ikki serliga føroyskt; men kortini fer filmsverkætlanin Trom at menna føroyskt filmsumhvørvi, sigur Jón Hammer, framleiðari í Trom, sum tekur skap í býnum í hesum døgum.
Sendingin varpar eisini ljós á Ikonografi. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, hevur granskað í listargreinini, og hann eigur eisini tríggjar Ikon-málningar.
Astrid Andreasen kennir eisini okkurt til ikon-málningar. Hon hevur málað tveir. Og hon hevur verið so djørv at pilkað við tað allarheilagasta hjá einum ikoni - nevniliga motivið.

Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.