Lyst

Lyst 40
05-03-2021
Hesaferð prát við nýggja formannin í Mentanargrunninum, Astri Luihn og við lesandi á nýggju tónleikaútbúgvingini.

Fyrsta innslagið er prát við Poul F. Guttesen, nýggjur formaður í Mentanargrunni Landsins.

Næsta innslagið er prát við Astri Luihn, sum hevur listprýtt nýggja skúlan við Streymin.

Triðja innslagið er prát við tey lesandi á nýggju diplimútbúgvingini í listarligum arbeiði.

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Hesaferð um Rokksavnið í Klaksvík og um Warhammer-treff á Skúlanum á Fløtum í Havn.
05-04-2022
Hesaferð um abstraktan elektroniskan tónleik frá Heðini Ziska Davidsen og um Miusa træ, sum Ole Jakob Nielsen dreyar til lampuskíggja.
29-03-2022
Hesaferð um kórsang í Vestmanna, framsýning um landslag í Listasavninum og um at endurfinna hugin at mála
22-03-2022
Fernisering í Gallarí Havnará, nýggja teknirøðin hjá Tóka Jansson og átta Mikines-málningar sum gáva til Listasavnið eru evnini hesaferð.
15-03-2022
Hesaferð um skemtileik í Gøtu, Torbjørn Olsen í Klaksvík og metaltónleik í Leynum.
01-03-2022
Sendingin er upptikin í Keypmannahavn, har vit vitja Andrias Høgenni í DR Byen og høvuðsleikararnar í Trom á einum hotellkamari.
11-02-2022
Hesaferð um gittarar, telduspøl og um krimibók
29-01-2022
Fyrireikingar til framsýning hjá ávíkavist Jógvani Asbirni Skaale, sála, og Arnoldi Vegghamar eru innsløgini í sendingini.
21-01-2022
Hesaferð um adaptivan tónleik hjá Magna Husgaard, skemt frá leikbólkinum Fják og bókaútgáva frá Heiðriki á Heygum
03-12-2021
Markið fyri satiru, alternativur lovsongur og Swangah fylla hesa sendingina.
26-11-2021
Vit hoyra Beinir Bergsson lesa yrkingar, Ara Hammer Joensen spæla orgul og síggja Jón Sonna Jensen sproyta og stoypa.
05-11-2021
Mia Smith, Ruth Smith og Fótur í Hosu eru evnini hesaferð.
28-10-2021