H-bygningurin er dýrkaður 200 mió. kr.

H-bygningurin er dýrkaður 200 mió. kr.
Í dag viðger tingið eitt uppskot um at játta 72 mió. kr. at binda H-bygningin saman við B-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
72 milliónir kr. skulu brúkast at byggja nýggja H-bygningin og B-bygningin saman
10.03.2021 - 14:53

Gongst sum ætlað, verður H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum liðugur at taka í nýtslu í hesum árinum, men enn er nógv eftir at gera.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur biðið tingið um heimild at brúka 72 milliónir kr. at binda H-bygningin og B-bygningin saman. Tingið skal viðgera uppskotið í dag.

Verður tær 72 milliónirnar játtaðar, eru umleið 700 milliónir kr. farnar til H-bygningin Tað eru góðar 200 milliíonir kr. meira, enn uppunaliga ætlanin segði.

Og tær 700 milliónirnar verða fleiri, tí ein partur av verkætlanini er framvegis ikki kostnaðarmettur.

Sí innslag í Degi og Viku.

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232