Hoydalar kann gerast ein orkudepil fyri listina

Hoydalar kann gerast ein orkudepil fyri listina
Hølini geva okkum eitt arbeiðsrúm, men eisini ein felagsskap, og tað er fantastiskt, halda tónlistafólk, sum húsast í hølunum hjá LISA í Hoydølum
26.03.2021 - 23:59

Listafólkasamband Føroyar, LISA, hevur seinasta árið fingið nógv fleiri arbeiðshøli at ráða yvir, eitt nú gamla Gentukostdeildin og Hjallin í Hoydølum. 

Har halda nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum til, eitt nú Teitur og Eivør, og tey eru ovurfegin um møguleikan at leiga seg inn har, hóast Eivør hevur fýra fermetrar at húsast í. 

- Hoydalar kann gerast ein orkudepil fyri føroyska list og fyri mentanarpallin yvirhøvur, halda tey.

Úr níggju upp í 540 fermtrar 

Seinasta árið hevur LISA víðka høliskapasitetin úr níggju fermetrum upp í 540 fermetrar soleiðis, at felagið í løtuni kann veita 19 ymiskum listafólkum arbeiðshøli. Harumframt hevur LISA og trý  limafløgu fingið innivist í hølunum, sum LISA varðar av.

Betri trivnað, produktivitet og professionalismu Tað er málið hjá forkvinnuni í Listafólkasambandinum, nú listafólk hava atgongd til nógv fleiri hølir - eitt nú í Hoydølum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006