Innsavningartiltøk

Føroyar móti krabba 2021
27-03-2021

Leygarkvøldið 27. mars skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini, Føroyar móti krabba, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Endamálið við landsinnsavningini er at stuðla Krabbameinsfelagnum at halda fram við arbeiðinum at hjálpa, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking.

Í sendingini verður borðreitt við góðum tónleiki, forvitnisligum innsløgum, undirhaldi og áhugaverdum samrøðum. Vit fara m.a. at hitta sjúklingar, avvarðandi, granskarar og starvsfólk, sum dagliga taka sær av teimum avbjóðingum, sum krabbamein gevur.

Talið á krabbameinstilburðum økist. Umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum, og tí røkkur sjúkan inn í flestu húski í landinum. Nógv hava mist, men tíbetur eru eisini nógv, ið verða frísk.

Á heysti 2009, tá Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið skipaðu fyri fyrsta tiltakinum, Føroyar móti krabba, eydnaðist tað at savna inn 5,2 mió. krónur.

Leygarkvøldið 27. mars standa vit aftur saman móti krabba, og vónandi taka føroyingar væl undir við tiltakinum. Fleiri møguleikar eru at stuðla innsavningini, bæði undir sjálvari sendingini og í tíðini áðrenn.

Einstaklingar, fyritøkur og feløg kunnu stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum:

BankNordik: 6460 - 618.088.6

Betri Banki: 9181 - 551.502.7

Norðoya Sparikassi: 9865 - 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 304.242.2

Innsavningartiltøk

Nógvir vælgerðarstovnar og feløg skipa av og á frá innsavningartiltøkum, ið verða send í sjónvarpinum. 

Sunnukvøldið 27. oktober varð innsavning til Reyða Kross Føroya send beinleiðis av Fiskastykkinum í Sandavági
27-10-2024
Reyði krossur Føroya skipaði fyri stórari landsinnsavning beinleiðis í sjónvarpinum
15-11-2020