VIDEO: Nýggi landsliðsáleyparin hevði ein svull á heilanum í februar

VIDEO: Nýggi landsliðsáleyparin hevði ein svull á heilanum í februar
Í februar varð John Frederiksen lagdur undir skurð fyri ein svull á heilanum, og nú er hann úttikin til A-landsliðið. Her er ein mini-portrett av nýggja landsliðsáleyparanum
Her er nýggi áleyparin á landsliðnum, John Frederiksen
23.08.2021 - 15:35

25 ára gamli John Frederiksen er eitt rættiliga óskrivað blað í Føroyskum fótbólti. 

John Frederiksen er uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt í lægri deildunum hjá Fredensborg, Frem og Skovshoved, men hann hevur ættarbond í Vágum.

John Frederiksen hevur spælt við føroyskum ungdómslandsliðnum, og í 2017 spældi hann við 07 Vestur, áðrenn tað vóru boð eftir honum í HB í 2018. 

Síðani fór John Frederiksen eitt sindur av føroyska fótbóltsradaranum, men høgi áleyparin hevur síðani javnt og samt spælt seg upp í evropiskum fótbólti. 

Fyrst við Musan Salama í næstbestu finsku deildini, áðrenn John Frederiksen endaði í SKU Amstetten í næstbestu deildini í Eysturíki, har hann spælir nú. 

Nú hevur John Frederiksen so fingið landsliðsboð frá Håkan Ericson, venjara, og hann ætlar sær ikki bara at vera við, men at gera ein mun og vinna við landsliðnum.

Landsliðsúttøkan er eisini serlig, tí í februar visti John Frederiksen ikki, um hann hevði lívið laga, tá hann fekk staðfest ein svull á heilanum.

Nú er hann úttikin til A-landsliðið í fótbólti og spælir sum yrkisleikari við Amstetten í næstbestu deildini í Eysturríki.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860