Nógv bendir á stjórnarskifti í Noregi

Nógv bendir á stjórnarskifti í Noregi
Val er í Norra í dag, og nógv bendir á, at tað verður stjórnaskifti í landinum. Báðir teir stóru flokkarnir standa til ein rættiliga stóra afturgongd
13.09.2021 - 19:41

Tað er nógv sum bendir á, at Erna Solberg úr Høgraflokkinum má fara frá, og lata forsætisráðharrasessin víðari til Jonas Gahr Støre úr Javnaðarflokkinum.

Tað vera teir smáu flokkarnir sum gera av, hvør fær stjórnarvaldið. Senterpartiet og flokkar vinstrumegin miðjuna fáa eitt got val. Serliga Senterpartiet stendur til eitt sera gott val, og formaðurin hevur eisini verið nevndur sum ein møguligur forsætisráðharri, hóast alt bendir á, at hann fer at stuðla Jonas Gahr Støre.

Eftir kanningunum fær vinstravongurin tilsamans 105 limir í stórtingið, 85 av teimum fara at umboða nýggju stjórnina hjá Jonas Gahr Støre. Borgarligi vongurin fær 67 tinglimir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444