Sunleif Álaberg bleiv av órøttum lagdur undir at snýta Posta

Sunleif Álaberg bleiv av órøttum lagdur undir at snýta Posta
Posta skal gjalda Sunleifi Álaberg 252.000 krónur í endurgjaldi, tí Posta í fjør legði hann undir at snýta og síðani burturvísti hann. Tað var av órøttum, sigur rætturin
14.10.2021 - 19:50

Í oktober í fjør varð Sunleif Álaberg úr Hvalvík burturvístur sum postboð av Posta, har hann annars hevði starvast sum postboð í 33 ára. 

Eitt starv, sum Sunleif hevur verið sera glaður fyri. 

Posta ákærdi - uttan nakran átalu ella ávaring - Sunleif Álaberg fyri at hava snýtt Posta við at tilskriva sær ov nógva yvirtíð. 

Sambært dómsritinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, so ákærdi Posta Sunleif Álaberg fyri tilvitað at hava arbeitt í miðal 10 til 12 tímar ov nógv yvir um vikuna.

Millum annað verður beinleiðis nevnt, at Sunleif Álaberg eina ferð fór at ynskja verpápanum til lukku við 90 ára føðingardegnum uttan at stempla út. 

 

Sunleif reinsaður av rættinum

Men Føroya rættur hevur nú givið Sunleifi Álaberg fult viðhald í, at einki hald var í ákæruni um snýt, og at Sunleif hevur passað sítt arbeiði til fulnar og tískil er burturvístur av órøttum.

Í dóminum sigur rætturin m.a.:

  • at eftir tí, sum er komið fram, má staðfestast, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði
  • at man ikki kann staðfesta, at maðurin hevur við tímaskrásetingini ella av órættum hevur drigið sínar arbeiðsdagar út fyri at fáa yvirtíð
  • at Posta visti alt um tímaskrásetingina og yvir longri tíð eisini hevur goldið honum fyri yvirtíðartímarnar uttan at seta spurnartekin við nakað
  • at sjálvt um maðurin í tveimum førum hevur verið burtur frá arbeiðnum til læknakanning á landssjúkrahúsinum, uttan at siga frá, og í einum føri var inni og heilsaði upp á familju til hátíðarhald, so er tað ikki nóg mikið til at staðfesta grovt mishald av tænastuni, og at henda fráveran ikki hevur ávirkað arbeiðsuppgávurnar, sum maðurin sjálvur hevur avgreitt, uttan at neyðugt varð við avloysara

 

Posta elti Sunleif

Posta er farið so langt í royndini at finna prógv fyri pástandinum, at Sunleif Álaberg snýtti Posta, at leiðarin fyri útberingini hjá Posta - í loyndum - elti Sunleif Álaberg í fleiri dagar og tók myndir av honum. 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sum er fakfelagið hjá Sunleifi Álaberg, heldur, at Posta er farið út um alt mark. 

"At mann yvirhøvur kann finna upp á at seta seg í ein bil og stálka ella jakstra ein mann, hoyrir ongastaðni heima," staðfestir Súni Selfoss.

Posta er dømt at rinda fyrrverandi starvsfólkinum slakar 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarmálskostnaði, umframt egnan sakarmálskostnað.

Sunleif er skelkaður

Sjálvur er Sunleif Álaberg enn skelkaður av viðferðini, ið hann hevur fingið av Posta, sum hann starvaðist hjá í 33 ár. 

"Tað er óhugnaligt, at ein leiðari hevur eygleitt meg í tveir dagar, bæði við GPS-skipanini og tikið myndir, sjálvt inn í túnið heima hjá mær. Eg trúði ikki, at sovorðið bar til."

Nú fegnast Sunleif Álaberg um, at hann fekk viðhald í Føroya rætti, og at hann kann liva eitt vanligt lív aftur. 

 

Posta umhugsar at kæra

Joel undir Leitinum, sum er stjóri í Posta, hevur ikki aðrar viðmerkingar enn, at Posta hevur ikki tikið støðu til, um tey fara at kæra dómin.

Hann vísir annars til Christian Andreasen, sum er sakførari hjá Posta.

Christian Andreasen sigur, at hann hevur mælt leiðsluni í Posta til at kæra dómin.

Hvørki Joel undir Leitinum ella Christian Andreasen vilja úttala seg um partin, ið snýr seg um, at Posta hevur elt starvsfólkið.

Seinnapartin tosaðu vit eisini við Joen Magnus Rasmussen, sum er nevndarformaður í Posta.

Hann sigur, at hann er júst kunnaður um málið, og at nevndin fer nú at viðgera, hvussu farast skal fram.

Posta hevur tvær vikur at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672