Føroyingar ónøgdir um koronuhandfaringina hjá landsstýrinum

Føroyingar ónøgdir um koronuhandfaringina hjá landsstýrinum
Ein nýggj spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag, vísir, at meirilutin av teimum spurdu ikki er nøgd við politisku handfaringina av koronustøðuni
01.11.2021 - 17:48

Tilmælini frá landsins myndugleikum eru alt ov ógreið. Tað heldur leiðslan á sambýlinum Mylnutún í Klaksvík, sum hevur tí sett egnar reglur í verk.

Og tað eru fleiri, sum eru samd í hesum. 

Andstøðan heldur lítið um mátan, sum landsstýrið hevur handfarið koronusmittuna hesa seinastu tíðina. Manglandi og ógreið kunning frá landsins myndugleikum er størsti trupulleikin, siga Høgni Hoydal, Ruth Vang og Aksel V. Johannesen.

Føroyingar halda eftir øllum at døma heldur ikki nógv um koronuhandfaringina hjá landsstýrinum. Ein nýggj spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag, vísir, at meirilutin av teimum spurdu ikki er nøgd við politisku handfaringina av koronastøðuni. 

Av teimum spurdu, siga 69 prosent, at tey eru ónøgd við handfaringina hjál landsstýrinum av koronastøðuni seinasta mánaðin. 26 prosent siga seg vera nøøgd við handfaringina av koronustøðuni. Bara seks prosent av teimum spurdu halda, at landsstýrið ikki skal seta nýggj tiltøk í verk. Her hava fólk havt fleiri svarmøguleikar - og tey flestu vilja hava kanningar aftur við landamarki. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Helsumálum, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162