Útlendingar mugu virka undir somu treytum

Útlendingar mugu virka undir somu treytum
Nýggja fast-track skipanin, sum ger tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, er góð fyri arbeiðsgevarar, men hevur manglar.
05.11.2021 - 18:52

Fakfeløgini áttu at havt fleiri amboð til at fremja eftirlit, heldur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í fakfelagssamstarvinum Samtaki.

Nýggja avtalan leggur upp til at Arbeiðseftirlið, Taks og løgreglan kanna, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi. Hesar eftirlitsvitjanirnar verða gjørdar fýra ferðir um árið. Tað er minna lagi, heldur samskiparin í Samtaki - og fakfeløgini eiga eisini at fáa heimild at fremja eftirlit.

Rúni Preeti Ísfeld, sum hevur granskað í integratión, vónar at útlendska arbeiðsmegin fær somu bústaðar- og lønartreytir sum føroyingar.

Tað er stórur munur á útlendingum sum hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum og teimum útlendingum, sum flyta til Føroya við einum arbeiðs- og uppihaldsloyvi at arbeiða eitt tíðarskeið. Fólk, sum koma at arbeiða, krevja munandi minni á integratiónsøkinum, sigur Rúna Preeti Ísfeld.

Nýggj fast-track skipan

Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og Búskaparráðið hevur mælt landsstýrinum til at økja um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi, annars fer hendan støðan at tálma búskapinum óneyðugt.

Nýggja fast-track skipanin gevur øllum vinnugeirum í Føroyum møguleikan at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum, sum ikki eru í ES. Áður hevur tað verið so, at bara fiskavirki kundu fáa ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum. Serliga er tað innan tænastu-, gistingar- og matstovuvinnuna at tørvur er á arbeiðsmegi.

Nýggja skipanin fer at virka frá 18. november.

Fer úr gildi, um arbeiðsloysið økist

Fast-track skipanin er ætlað til at bøta upp á stóra tørvin á arbeiðsmegi, sum er í Føroyum í løtuni. Skipanin fer tí úr gildi, um arbeiðsloysið fer upp um 3,5 %. Landsstýrið kann eisini við fráboðan til danskar myndugleikar seta skipanina úr gildi lutvís. Um arbeiðsmegi til dømis er tøk í einum ávísum vinnugeira, kann landsstýrið seta skipanina úr gildi fyri hendan vinnugeiran.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947