- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavur Gregersen: "Hetta hevði glett mammu mína"
Ólavur Gregersen: "Hetta hevði glett mammu mína"
Í dag kom flaggið av vrakinum av farmaskipinum Ólavi Gregersen, sum sigldi á Flesjarnar og sakk í 1984, heim til Útiguttastovu í Syðrugøtu
Bjarni Árting Rubeksen
Tað var ein kenslulig løtu, tá Bogi Krossteig, kavari, handaði Ólavi Gregersen Merkið, hann fann á vrakinum á farmaskipinum Ólavi Gregersen
12.11.2021 - 19:18
"Hetta hevur stóran týdning fyri okkum systkin, og eg vænti, at mamma eisini hevði verið glað fyri, at flaggið kom heim," sigur Ólavur Gregersen, tá hann fekk handað flaggið av farmaskipinum Ólavi Gregersen, ið sigldi á Flesjarnar 10. januar 1984 og sakk.
Skipið var uppkallað eftir pápa Ólavi Gregersen, ið eisini æt Ólavur, sum bílegði skipið, men tíverri andaði áðrenn tað stóð liðugt á Skála skipasmiðju.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















