Ferðafólk og koronapass

Ferðafólk og koronapass
Ferðast tú til Føroya uttan koronapass, skalt tú kannast við komu. Ferðast tú hinvegin við koronapassi, er einki krav um kanning.
18.11.2021 - 18:59

Ferðast tú til Føroya uttan koronapass, skalt tú kannast við komu. Tá rindar landið fyri kanningina.

Ferðast tú hinvegin við koronapassi, er einki krav um kanning, men vilt tú binda um heilan fingur og kannast kortini, skalt tú gjalda 390 krónur fyri kanningina.

Her er kravið hjá Farsóttarnevndini:

Farsóttarnevndin krevur koronakanning við markið av øllum, sum ikki kunnu vísa koronapass. Tað vil siga, at kanst tú ikki vísa váttan fyri, at tú ert:

  • fult koppsett-/ur,
  • hevur eina koronakanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar,
  • ella hevur havt korona (váttan við PCR-kanning) innan fyri seinasta árið, skalt tú kannast við komu til Føroya. 

Tað er Bruna- og arbeiðseftirlitið, sum hevur ábyrgdina av, at mannagongdirnar verða fylgdar á flogvøllinum viðvíkjandi koronakanningum.

Stjórin á Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, sigur, at nakrir byrjunartrupulleikar hava verið, síðani skipanin kom í gildi leygardagin 13. november.

Størsti trupulleikin er, at hølisviðurskiftini hjá Vága Floghavn ikki eru gjørd til koronakanningar.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi og Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, halda bæði, at øll ferðafólk eiga at verða kannað við komu og rinda sjálv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650