Vindmyllur á veg

Vindmyllur á veg
Vindrøkt og Magn taka væntandi nýggju vindmyllulundirnar í brúk komandi summar
22.11.2021 - 17:24

Komandi summar vera tvær nýggjar vindmyllulundir væntandi klárar at taka í nýtslu.

Vindmyllulundirnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti, og hjá Magn í Flatnahaga - eitt hanagleiv frá hvørjum ørðum, hvør sínumegin Oyggjarvegin í Suðurstreymi.

Felagið Vindrøkt, er nú komið so mikið væl áleiðis við lendisarbeiðinum, at fyrsta fundamentið var liðugt um vikuskifti. Væntandi vera hini fundamentini liðug stutt eftir nýggjár. Myllurnar sjálvar koma upp seint í vár og vera klárar at framleiða streym inn á netið hjá SEV í juni.

Magn fór somuleiðis undir jørð- og lendisarbeiði fyrst í hesum mánaðinum, og væntar at vindmyllurnar eru endaliga klárar at taka í nýtslu í september. 

Talið av vindmyllum í økinum fer tí at tvífaldast, tí Vindrøkt og Magn seta bæði seks vindmyllur upp hvør, sum koma aftrat teimum 13 vindmyllunum hjá SEV í Húsahaga. Mátturin, sum Vindrøkt og Magn framleiða verður tó munandi meira enn tær 13 vindmyllurnar hjá SEV.

SEV ávarar

Stjórin í SEV ávarar ímóti at seta báðar vindmyllulundirnar upp í Suðurstreymoy beint nú.

-Timingin er skeiv, staðsetingin er skeiv, og framferðin í samband við útbjóðingina av vindmyllulundini á Gellingarkletti er skeiv, sigur Hákun Djurhuus.

Sambært stjóranum í SEV ber bara til at gagnýta umleið 20 prosent av orkuni frá tí triðu vindmyllulundini í suðurstreymi, tá onnur og triða vindmyllulundin vera tiknar í nýtslu, sambært Magn og Vindrøkt, longu næsta summar.

Tøkniliga er netið hjá SEV ikki til reiðar at taka ímóti so nógvari vindorku beinanvegin. Og harumframt er ein pumped-storage skipan fortreyt fyri at kunna goyma og harvið gagnnýta alla grønu orkuna frá nýggju vindmyllulundunum. Og hon verður í fyrsta lagi liðug í 2026 ella 2027, metir SEV. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781