Løgmaður vónar at finna eina loysn

Løgmaður vónar at finna eina loysn
Samgongan arbeiðir nú við at finna eina loyn, so øll børn í Føroyum fáa somu rættindini, sigur løgmaður í kvøld.
13.12.2021 - 19:56

Tað, sum ikki bar til í morgun, ber nú kanska til kortini.

Í løgtinginum var meiriluti fyri andstøðuuppskotinum at javnseta sammøður í barsilsskipanini.

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Johan Dahl úr Sambandsflokkinu atkvøddu saman við andstøðuni, so 17 atkvøður vóru fyri, og 16 ímóti.

Miðflokkurin hevur fyrr boðað frá, at verður uppskotið endaliga samtykt, so fer flokkurin úr samgonguni.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í kvøld, at lítla samgonga - tað eru floksformenn og tingbólkaformenn - høvdu ein góðan fund í kvøld.

- Vit umrøddu nøkur viðurskifti, hvussu vit kunnu loysa hetta málið, so alt løgtingið kann taka undir við at geva øllum børnum somu rættindini, sama hvussu forsyrgjarar skipa síni viðurskifti, sigur hann.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329