Húsaleigan trýstir fólk í fátækraváða

Húsaleigan trýstir fólk í fátækraváða
Ein alsamt dýrari húsaleiga er ein vaksandi trupulleiki hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum. Tað sæst í umsóknunum frá teimum, sum biðja um jólahjálp frá Barnabata.
16.12.2021 - 19:52

Árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata gav hesaferð stívliga 900.000 krónur. Saman við øðrum stuðulskrónum hevur hjálpartelagskapurin 1,3 millión krónur at lata sum stuðul til barnafamiljur í fátækraváða. Gávukortini fara út til 550 børn í Føroyum.

Barnabati hevur síðstu árini skrásett upplýsingar frá teimum, sum søkja. Og myndin er greið.

Nógv tey flestu, sum fáa jólahjálp, eru stakir uppihaldarar.  Størsti parturin, umleið 60 prosent, býr til leigu. Og húsaleigan merkist á pengapunginum. Hjá hesum familjum er meðal húsaleigan síðstu fimm árini farin úr 4400 krónum upp í 6800 krónur um mánaðin. Príshækkingin er 2400 krónur um mánaðin - meira enn 50 prosent. Tølini hjá Barnabata staðfesta, at húsaleigan rennur undan inntøkunum hjá teimum, sum søkja um stuðul.

Nógv søkja um hjálp, ár um ár. Umleið 60 prosent av teimum, sum fáa jólahjálp í ár, hava fingið jólahjálp oftari enn tríggjar ferðir. Børnini í hesum familjum hava sostatt livað í fátækraváða í meira enn trý ár. Tað gera tey, hóast eitt vaksandi tal av teimum, sum fáa jólahjálp, eru úti á arbeiðmarknaðinum og tjena til lívsins uppihald.

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
PLÁTUPANELIÐ #40 (Island Records)
207831
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472