Búskaparráðið: Fíggjarlógin dumpar

Búskaparráðið: Fíggjarlógin dumpar
Búskaparráðið gevur politisku skipanini dumpikarakter fyri fíggjarlógararbeiðið.
17.12.2021 - 19:53

- Tað er als ikki nøktandi, at fíggjarlógin reelt gevur undirskot, í tíðum við nógvum virksemi og arbeiði til allar hendur, sigur formaðurin Fróði Magnussen.

Almannaverkið skal spara 11 mió.

Nógvar broytingar vóru annars framdar millum aðru og triðju viðgerð.

Sambært fíggjarlógini stendur Almannaverkið til at skula spara í alt 6,6 mió. kr. næsta ár.

- Í veruleikanum skulu útreiðslurnar skerjast 11 mió. kr., sigur stjórin í Almannaverkinum. Og tað fer sjálvsagt at merkja tænastuveitingarnar.

5 mió. til fótbóltshøll

Játtanin til eina fótbóltshøll er óbroytt.

Tað vil siga, at tá fíggjarlógin verður samtykt í kvøld, fer Løgtingið at játta fimm milliónir krónur til eina fótbóltshøll, sum Fótbóltssambandið skal standa fyri.

Men eingin ítøkilig umbøn er komin úr FSF, og eingin ítøkilig ætlan er á borðinum, sigur aðalskrivarin.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890