Tingbólkur í tvíningum

Tingbólkur í tvíningum
Telvingin um landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum er hørð. Støðan hjá Anniku Olsen, sum er fyrsta varafólk, klívur tingbólkin hjá Fólkaflokkinum.
30.12.2021 - 17:57

Í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum eru seks nøvn at velja ímillum - tí sambært løgmanni sleppa Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki aftur í landsstýrið. Men fer onkur av hesum seks tinglimum í landsstýrið, so kemur Annika Olsen innaftur í tingbólkin.

Hóast eingin vil standa fram og siga tað hart, so eru tað fólk í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sum ikki vilja hoyra talan um at loyva Anniku Olsen innaftur í tingbólkin, eftir at hon atkvøddi ímóti samgonguni í málinum um sammøður. Tí vilja tey, at nýggj landsstýrisfólk hjá flokkinum skulu finnast uttan fyri tingmanningina.

Við trimum løgtingslimum á valinum seinast eru Norðoyggjar háborgin hjá Fólkaflokkinum. Og nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er farin úr landsstýrinum, hevur Norðoya Fólkafloksfelag eitt greitt ynski til tingbólkin um at velja eitt nýtt landsstýrisfólk úr Norðoyggjum. Símun Gullaksen, formaður, vil tó ikki svara greitt, um eitt komandi landsstýrisfólk skal veljast innanfyri ella uttanfyri tingbólkin. 

-Tað verður upp til verandi tingbólk at gera av, sigur Símun Gullaksen.

Eisini lokalfelagið í Havn vil hava eitt landsstýrisfólk. 

Rói B. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, vil ikki gera samrøðu við Dag & Viku í kvøld. Hann sigur tó soleiðis í stuttari viðmerking:

-Talan má vera um at finna best skikkaða landsstýrisfólkið, og tað má ikki vera eitt mál í sær sjálvum at halda fólk uttanfyri tingbólkin, sigur Rói B. Poulsen.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442