Føroyabanki letur uppaftur

Føroyabanki letur uppaftur
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er á veg við kunngerð, sum loyvir vinnuligum fiskiskapi við línu á Føroyabanka. Dagarnir verða nakað fleiri enn 200, sigur Árni Skaale
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
09.02.2022 - 09:24

Síðstu dagarnar hevur ungdómurin átt politiska pallin í løgtinginum. Seinnapartin í gjár vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni á ungdómstinginum.

Har kom millum annað fram, at fiskidagarnir á Føroya Banka vera nakað fleiri enn teir 200, sum Havstovan mælir til. Leiki Dal-Christiansen úr skúlanum á Fløtum í Havn spurdi Árna Skaale, um hann ætlar at fylgja tilmælinum frá Havstovuni.

Í botnfiskatilmælinum fyri 2022 mælir Havstovan til at lata upp fyri vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka í ár, tó ikki í gýtingartíðini. 200 fiskidagar kunnu latast til fiskiskap við línu, ljóðar fakliga tilmælið.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum svaraði, at hann er á veg við kunngerð, sum loyvir línuflotanum inn á stongda Føroya Banka at royna.

- Og fiskidagarnir vera nakað fleiri enn 200, sigur Árni Skaale.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650