Fyrimunir við føroyskum radara

Fyrimunir við føroyskum radara
- Tað átti at verið føroyskir myndugleikar, sum høvdu ræðisrættin á einum møguligum radara, heldur Oddmar Kruse, sum arbeiddi í 24 ár sum tøkningur í Sornfelli.
21.02.2022 - 18:24

Hann hevur drúgvar royndir við radaravirksemi, tí hann arbeiddi í yvir 20 ár í Sornfelli sum tøkningur og tók langa tøkniliga útbúgving í danska militerinum. 

- Tað kom meira enn so fyri, at tað hendi ymiskt í føroyskum loftrúmi, sum eingin myndugleiki í Føroyum fekk vitan um, sigur Oddmar Kruse, sum tí heldur, at einasti mátin at tryggja, at myndugleikarnir í Føroyum hava alla vitan um, hvat fyriferst í okkara loftrúmi, er at radarin verður rikin í Føroyum. 

- So kunnu føroysku myndugleikarnir gera av, hvønn teir vilja lata upplýsingarnar til, sigur Oddmar Kruse. 

Í dag starvast hann hjá Vørn, og hann vísir á tað sum ein upplagdan stovn at taka sær av at reka radaran. 

- Førleikarnir eru í Føroyum. Vit hava nógv væl útbúgvin og dugnalig fólk innan tøkni, og ger mann síðani eina avtalu við Vørn um at reka radaran, fer tað væl at bera til, sigur Oddmar Kruse. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532