2025: Føroyar vertir fyri U16-flogbóltsendaspælið

2025: Føroyar vertir fyri U16-flogbóltsendaspælið
Føroyar vera saman við Íslandi vertir fyri endaspælinum fyri U16-landslið við gentum, sum verður í 2025. Hetta merkir, at Føroyar skulu spæla ímóti heimsins bestu tjóðum
28.02.2022 - 17:42

Nú ræður um at venja hart hjá flogbóltsgentum, sum eru um 12-13 ára gamlar. 

Um trý ár verður Føroyar saman við Íslandi vertir fyri endaspælinum fyri U16-landslið við gentum, og tá verður møguleiki at spæla ímóti heimsins sterkastu flogbóltstjóðum.

Vertslondini skul nevniliga kappast ímóti tíggju landsliðnum, sum spæla seg til endaspælið ígjøgnum undankapping.

 - Hetta er ein stór avbjóðing fyri føroyska flogbólt, sigur Christian Imhoff, sum umframt venjarastarvið í Mjølni eisini er ein av landsliðsvenjarunum hjá Flogbóltssambandi Føroya.

 - Tí nú hava vit møguleikan at hækka stigið og royna at fáa fleiri fólk upp í føroysku flogbóltsfamiljuna.

Peter Holm, formaður í Flogbóltssambandinum, viðgongur, at kappingin fer at krevja nógv at sambandinum, stuðlum og sjálvbodnum, men at kappingin sanniliga eisini fer at stimbra og menna føroyskan flogbólt.

 - Ætlanin er at fara í gongd nú og byrja at arbeiða við einum hópi í samstarvi við Ísland, sigur Peter Holm. 

Flogbóltssambandið skal nú saman við Íslandi finna útav, júst hvussu endaspælið skal skipast.

Dystirnir skulu eftir ætlan spælast í stórhøllini í Hoyvík, um hon verður til reiðar. Er hon ikki tað, ber helst til at spæla í Høllini á Hálsi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532