Ósemja um fiskiskap í serøkinum

Ósemja um fiskiskap í serøkinum
Bretskir myndugleikar skuldseta føroyskar myndugleikar fyri at loyva russiskum skipum at fiska í bretskum sjóøki. Føroyskir myndugleikar vísa hesum aftur
12.04.2022 - 17:42

Nú russarar hava gjørt innrás í Ukraina, hava bretar bannað russiskum skipum at fiska í bretskum sjógvi. Bretar hava eisini noktað russarum atgongd til bretskar havnir.
ES og Føroyar hava ikki gjørt tað sama, og tí fiska russisk skip framvegis í føroyskum sjógvi. 
Vørn upplýsir, at í løtuni fiska 11 russisk skip í serøkinum, sum er markið millum føroyska og bretska sjóvøkið.
Talan er um eitt eitt øki á tilsamans 8.000 fermetrar, og er tað tískil næstan seks ferðir so stórt sum Føroyar.
Tey russisku skipini hava tó loyvi at fiska har, siga føroyskir myndugleikar.  


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672