- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Fjórða hvørt føroyska barn hevur valt enskt til sítt fyrsta mál
VIDEO: Fjórða hvørt føroyska barn hevur valt enskt til sítt fyrsta mál
30 prosent av føroyskum børnum tosa enskt sínámillum, og fyri fjórða hvørt barn í fólkaskúlanum er føroyskt eitt fremmanda mál, tí enskt er teirra fyrsta mál, sigur lærari
28.04.2022 - 20:30
Ísambandi við Mentanarvikuna í Runavík, so var føroyska málið sett á breddan.
Tiltakið "Vit eru málið" royndi at varpa ljós á og spurt var um týdningin, sum málið hevur fyri okkara samleika.
Skipað var fyri pallborðsfundi, og á pallborðsfundinum luttók Pálin Olsen, lærari.
Pálin Olsen legði ikki fingrarnar ímillum, men staðfesti, at millum børnini í miðdeildini og niðureftir tosa 25 til 30 prosent enskt sínámillum.
"Fjórða hvørt barn hevur valt sær enskt sum fyrsta mál. Hjá hesum børnum er føroyskt eitt fremmant mál, ið tey skulu læra," staðfestir royndi lærarin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV