Vørn uppfyllir ikki krøvini um eftirlit

Vørn uppfyllir ikki krøvini um eftirlit
Vørn hevur ikki arbeiðsorkuna til at liva upp til til krøvini um eftirlit við føroyskum havnum, sum Føroyar annars hava bundið seg til í altjóða samstørvum
29.04.2022 - 17:01

Russisk skip í føroyskum havnum vekja nógvan ans í útlendskum miðlum í hesum døgum. Danmarks Radio, Jyllands-Posten, Berlingske og Financial Times eru bert nakrir av miðlunum, sum umrøða russisku skipini, sum í løtuni liggja við bryggju í Føroyar.

Orsøkin til, at russarar brúka føroyskar havnir at umskipa og landa, er einføld. Tað er lættast, tí Føroyar liggja væl fyri í samband við fiskaríið hjá russarum.

Fyri at fyribyrgja óskipaðan fiskiskap, millum annað í Barentshavinum og Irmingarhavinum, eru samstarvsavtalur gjørdar millum fleiri felagsskapir og lond. Føroyar hava bundið seg til reglugerðir hjá millum annað NEAFC og NAFO. Her er staðfest, at fyri at fyribyrgja ránsveiðu, sleppa skip ikki at umskipa til havs. Tey skulu til bryggju at umskipa. Og tættasti bryggjukanturin hjá russisku skipunum, sum fiska uppsjóvarfisk um okkara leiðir, er her í Føroyum.

Tá russisk skip leggja at í Føroyum, so hava føroysku myndugleikarnir - tað vil siga Vørn - skyldu til at hava eftirlit við landing og umskipan av veiðu millum skipini. Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn skal hava eftirlit við útlendskum fiskiskipum, sum landa ella umskipa í føroyskum havnum. Tað er staðfest í løgtingslóg og í fiskivinnuavtalum við onnur lond. Men Vørn hevur ikki arbeiðsorkuna til at liva upp til krøvini um eftirlit, sum Føroyar hava bundið seg til. 

Fiskiskipini gerast størri og størri, og nøgdirnar av fiski eru øktar munandi seinastu árini. Uppgávan hjá Fiskiveiðieftirlitinum er tískil bert vorðin meira umfatandi. Sambært tølum hjá Vørn umskipaðu útlendsk fiskiskip í 2021 á leið 312.000 tons til frystifarmaskip í føroyskum havnum. Harafturat løgdu útlendsk fiskiskip á leið 57.000 tons á goymslu. Afturat hesum vórðu á leið 540.000 tons av fiski landaður til virki í Føroyum í 2021. Størstu nøgdirnar eru uppsjóvarfiskur. 

Føroyar hava í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at gera "full inspection" - tað merkir fult eftirlit - av 5% av landingunum og 7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski í Føroyum. "Full inspection" er millum annað at eftirlitsfólk skal vera til staðar alla tíðina, meðan landað verður. Men Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn megnar ikki at  liva upp til hesi krøv, tí tey hava einans fýra eftirlitsfólk til alla arbeiðsbyrðuna.

- Arbeiðið hjá eftirlitsfólkunum er gott, tað er ikki trupulleikin. Tey eru bara ov fá. Onkuntíð er neyðugt at fáa manningarnar umborð á Brimli og Tjaldri at hjálpa við eftirlitinum á landi og tað er sera óheppið, tí tær manningarnar hava eisini aðrar uppgávur, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444