AB tekur lønina inn aftur í húsaleigu frá útlendsku spælarunum

AB tekur lønina inn aftur í húsaleigu frá útlendsku spælarunum
Lønin, sum verður útgoldin, verður kravd inn aftur í húsaleigu. AB viðurkennir hetta og sigur, at tað er einasti mátin at hava ráð til útlendingar í felagnum
16.05.2022 - 19:46

Kringvarpið hevur fingið innlit í tvey skjøl millum AB og ein av útlendsku spælarunum.

Fyrri sáttmálin gevur spælaranum 12.300 krónur í mánaðarløn - sum er minsta lønin fyri útlendingar uttan fyri Norðurlond. 
Hin bindur sama spælara til at rinda 9.500 krónur aftur til AB í húsaleigu - fyri eitt kamar í einum deildum húsi. 

Ein skjót útrokning á heimasíðuni hjá Taks vísir - at hesar 12.300 krónurnar - sum eru 147.600 krónur um árið - rindar tú smáar 40.000 krónur í skatti av, og so eru áleið 9.000  krónur eftir at liva av mánaðarliga.

Altso mangla hesir spælararnir 500 krónur í at rinda fyri húsaleiguna.

Jónas Dal, ítróttarstjóri hjá AB,  sær ongan trupulleika í roknistykkinum - og heldur tað vera einasti mátan, AB kann fáa so nógvar útlendingar til felagið. 
 

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá spælarunum, frá Fótbóltssambandinum og Útlendingastovuni.

Eingin teirra vildi gera viðmerking til málið í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065