Einki frítíðartilboð til børn við serligum tørvi

Einki frítíðartilboð til børn við serligum tørvi
Almannaverkið klárar ikki at bjóða børnum við serligum tørvi frítíðartilboð. Avleiðingin er, at foreldrini mugu fara í farloyvi frá sínum arbeiði fyri at ansa børnunum heima.
17.06.2022 - 18:31

Børn við serligum tørvi verða slept uppá fjall, tá tey eru liðug við 2. flokk. Frítíðarskúlatilboðið til børn í 1. & 2.flokki er kommunalt - men tá børnini koma í 3. flokk, gerst frítíðartilboðið til børn við serligum tørvi ein uppgáva fyri Almannaverkið. 

Trupulleikin er bara tann, at Almannaverkið hevur einki frítíðartilboð til tey børn við serligum tørvi, sum koma úr kommunala tilboðnum.

Ritha Holm í Lágabø, mamma níggju ára gamla Rúnar, ið hevur ADHD og autismu, hevur einki frítíðartilboð fingið til sonin eftir summarfrítíðina. Hon noyðist tí at biðja um farloyvi frá starvinum, fyri at ansa soninum heima.

 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489