11 tjóðskapir á Sandoy Seafood

11 tjóðskapir á Sandoy Seafood
Fimta hvørt arbeiðsfólk í fiskavøruídnaðinum á landi kemur úr londum uttan fyri Evropa. Uttan útlendingar hevði arbeiðið steðgað upp, sigur stjórin á Sandoy Seafood
Hallur E. Thomsen
Flakalinjan í Sandoy Seafood hevði staðið still uttan útlendska arbeiðsmegi, sigur Martin Olsen, stjóri
12.09.2022 - 19:31

Síðsta hálva árið er talið á útlendingum í føroysku fiskivinnuni hækkað munandi. 

Á Sandoy Seafood siga tey 'fiskur' á fleiri málum, tí á flakavirkinum í Skopun arbeiða fólk úr 11 ymiskum londum.

Uttan útlendsku fólkini hevði arbeiðið steðgað upp, sigur Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood. 

Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og tað hevur leingi verið trot á arbeiðsmegi - nakað, sum tey eisini hava merkt í Skopun. 

Á Sandoy Seafood er talið væl hægri -  umleið 35 prosent. 

Hóast flakavirkið í fleiri ár hevur havt útlendsk starvsfólk, so ger nýggja "Fast track"-skipanin tað lættari at fáa fleiri starvsfólk til Føroya. 

Men tað er ikki uttan avbjóðingar, tí øll duga ikki enskt. 

Heldur ikki er lætt at finna eitt teimum eitt stað at búgva.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040