Hallur Hansson: - Eg var í knúsi

Hallur Hansson: - Eg var í knúsi
Fótbóltslívið hjá liðskiparanum á føroyska landsliðnum, Halli Hansson, varð kollvelt seint í gjárkvøldið, tá landsliðslæknin, Elmar Ósá, bankaði á kamarsdyrnar á hotellinum
22.09.2022 - 18:12

Eitt ár uttan fótbólt.

Tað vóru boðini, sum Hallur Hansson fekk frá landsliðslæknanum, Elmari Ósá, seint í gjárkvøldið.

 - Eg síggi bara, hvussu seriøsur hann er í andlitinum. Vit eru vanliga tvætlutir og ganga og prika hvønn annan, men har var onki - hann stardi bara at mær, sigur Hallur Hansson.

 - Tá hugsaði eg, at hetta er ikki gott. Hann sigur so sjálvandi orðini, og eg má erliga siga, at eg var í knúsi.

Skaddur í dysti um vikuskiftið

Tá kósin var sett til Litava saman við liðfeløgunum á føroyska landsliðnum sunnukvøldið, visti Hallur Hansson væl, at hann var skaddur.

 - Eg verði fangaður í eini støðu, har eg ikki eri í javnvág, og fái so ein størri stoyt á knæið, greiðir hann frá.

Hetta hendi í dysti í íslendsku kappingini um vikuskiftið, og í fyrstu syftu varð sagt, at Hallur Hansson var ivasamur til dystin ímóti Litava, men helst kundi spæla sunnudagin ímóti Turkalandi.

Richard Dahan, fysioterapeuturin á landsliðnum, vildi kortini ikki lova Halli Hansson á vøllin, áðrenn skanning varð gjørd.

 - Vit fáa so heldigvís eina skanning á staðnum, og tað vísti seg so, at tað vóru øgiliga ring tíðindi, sigur Hallur Hansson.

Sí alla samrøðuna omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400