Putin: Ukrainskir landspartar eru nú russiskir

bannari
Putin: Ukrainskir landspartar eru nú russiskir
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur nú lagt fýra ukrainsku landspartar inn undir Russland
"Sum tit vita, so vóru fólkaatkvøður hildnar í Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson landslutunum. Niðurstøðan er greið, vit kenna úrslitini. Fólkið hevur valt."
30.09.2022 - 20:11

Stórt hátíðarhald í Kreml í dag, nú fýra landspartar, har eysturi í Ukraina, alment verða lagdir inn undir Russiska samveldið:

Landspartarnir Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson, eru partvíst undir russiskum ræði.

Fyri viku síðani byrjaði ein sonevnd fólkaatkvøða í øllum landspørtunum.

Hon endaði týsdagin og stórur meiriluti var í øllum landspørtunum at leggja saman við Russlandi.

 

ST góðkennir ikki fólkaatkvøðuna

ST, og tey flestu londini í vesturheiminum góðkenna ikki fólkaatkvøðurnar og siga tær vera í stríð við fólkarættin:

Stutt eftir at Putin legði teir fýra ukrainsku landspartarnar inn undir Russland, boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá, at Ukraina í dag hevur biðið um at gerast limur í NATO.

Ukrainski forsetin gjørdi eisini greitt, at landspartarnir verða tiknir aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858