VIDEO: Eitt val og annað

bannari
VIDEO: Eitt val og annað
Fólkatingsvalið er ikki einasta valið, sum er í dag. Fyrrapartin vóru leikararnir, sum skulu manna A-landsliðið í fótbólti við monnum, eisini útvaldir. Og lagið var gott
Ragnar A. Jacobsen
Bárði á Reynatrøð og Noah Mneney, ið eru nýggir á A-landsliðnum í fótbólti, hava ilt við at savna seg um fótbólt í løtuni, nú fólkatingsval er í dag
31.10.2022 - 14:55

"Eg haldi tað vera sera óheppið, at øll ikki savnast um okkum heldur enn fólkatingsvalið," sigur hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Eli Hentze, við einum skálkabrosi. 

Fyrrapartin var A-landsliðið í fótbólti við monnum úttikið, og í dag er eisini fólkatingsval. 

Lagið var gott á nýklaktu landsliðsleikarunum og steypavinnarunum úr Víkingi, Bárði á Reynatrøð og Noah Mneney.

Teir máttu viðganga, at teir høvdu havt ilt við at savna seg um steypafinaluna og landsliðsúttøkuna, nú fólkatingsval skuldi vera í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213