Runavíkar kommuna keypir landgongdir

Runavíkar kommuna keypir landgongdir
Runavíkar kommuna hevur bílagt landgongdir við trygdarneti undir. Tað verður gjørt, eftir at spurnartekin er sett við trygdina í føroyskum havnum
09.02.2023 - 19:32

Seinnu árini eru fleiri menn druknaðir, tí teir eru dotnir á sjógv, tá teir hava ætlað sær umborð ella í land av skipi, sum liggur í havn. Hetta hevur sett spurnartekin við trygdina á landgongdunum til skipini. Eitt nú at hava trygdarnet undir, um onkur skuldi verið áhalsin og dottið av landgongdini.

Hóast tað altíð er skiparin, sum hevur evstu ábyrgdina á økinum, tók borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen undir við, at kommunurnar kunnu ger sítt til at betra um trygdina í havnunum. Kommunan hevur tí bílagt landgongir við trygdarneti undir, sum kunnu brúkast, tá skipini ikki hava egnaðar landgongir umborð. 

Borgarstjórin í Runavík vísir á, at tey skipini, sum javnan koma til bryggju í kommununi, hava tryggar landgongdir umborð, sum tey brúka, tá tey leggja at.

 

Vit hava spurt í nøkrum av hinum havnunum, hvussu tær viðgera hesa avbjóðingina. Kári Johansen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar kommunu sigur, at hetta málið verður tikið upp á fundi í komandi viku, hvørt kommunan skal keypa landgongdir ella ikki.

Í Klaksvík umrøða tey eisini málið, men har er ongan støða enn tikin til tað. Og sama er galdandi á Tvøroyri. Fuglafjarðar havn hevur í nógv ár havt eina landgongd til taks til tey skipini, sum hava tørv á tí, sigur havnastjórin har, Rólant Højsted. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906