Metstórur oyggjaleikahópur

15.05.2023 - 18:21
ÍtrótturAnnar ítróttur
Metstórur oyggjaleikahópur
Heili 23 íðkarar eru við á føroyska landsliðnum, sum skal kappast í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum í summar. Full ferð er á fyrireikingunum, og bjartskygni ræður

Føroyski oyggjaleikahópurin í frælsum ítrótti er metstórur. 

Heili 23 íðkarar umboðandi 15 greinar skulu við flogfarinum til Guernsey í juli.

Nøkur teirra kappaðust í Raska Stórkappingini um vikuskiftið, og tey eru bjartskygd um sínar møguleikar. Hamarkastarin, Guðrið Káradóttir Petersen, kvalifiseraði seg til leikirnar í 2019 og 2021, men ikki fyrrenn nú sleppur hon at royna seg.

 - Tað vóru ikki umstøður til hamarkast í 2019, og í 2021 gjørdi korona, at ongir Oyggjaleikir vóru, so eg havi bíðað ordiliga leingi, og eri ordiliga spent at sleppa at royna meg, sigur 22 ára gamli íðkarin úr Hvirluni.

18 ára gamla Vibeka Eihilt Sivertsen úr Treysti skal eisini við fyri fyrstu ferð. Hon skal renna 1500 metrar og 4 x 400 metra stafett.

 - Eg vænti, at tað verður ordiliga stuttligt, at vit øll fara saman. Vit eru ein stórur hópur, so eg vænti, at tað verður bæði stuttligt og hugnaligt at vera við, sigur Vibeka Eihilt Sivertsen.

17 ára gamla stórtalentið, Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum, hevur verið flúgvandi seinasta árið.

Hann hevur sett og betra um met á 100, 200 og 400 metrum, og væntanirnar til hansara fyrstu oyggjaleikaluttøku eru stórar.

 - Eg hopi at koma heimaftur við tveimum (heiðursmerkjum, red.). Eg vóni at vinna 200 og 400 meturin, sigur bragdamaðurin, hvørs besta tíð á 400 metrum er betri enn vinnaratíðin á leikunum á Gibraltar fyri fýra árum síðan.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Hósdag 1. juni
RagnarRokk 1.juni 2023
157074
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Peter Friestedt um Carrie
157071
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Sam Riffer um Revelation
157072
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858