Oyggjaleikir: Formaðurin og systkini umboða Føroyar í borðtennis

bannari
Oyggjaleikir: Formaðurin og systkini umboða Føroyar í borðtennis
Trý systkin mynda borðtennislandsliðið, sum er tikið út til Oyggjaleikirnar á Guernsey. Tey gleða seg, men eru varin, tá tey skulu seta orð á ambitiónirnar
04.07.2023 - 13:58

Fróði Fríðason Jensen skal spæla borðtennis fyri Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar.

Tað skal Ári Fríðason Jensen eisini. Umframt brøðurnar Fróða og Ára er systirin, Durita Fríðadóttir Jensen, eisini á landsliðnum, sum skal til kanaloynna í summar. 

 - Nú havi eg roynt at havt yngri systkin við fyrr, systir mín kemur við eisini, og nú er lítlibeiggi mín eisini við, so trioin fullkomin, sigur Fróði Fríðason Jensen, sum eisini er formaður í Borðtennissambandinum. 

 - Tað kennist øgiliga væl. Eisini at fara við saman við systkunum hjá mær, tað verður stuttligt, sigur Ári Fríðason Jensen, sum er við fyri fyrstu ferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327