Føroyingar kunnu vænta sær meir frá hondbóltslandsliðnum

bannari
Føroyingar kunnu vænta sær meir frá hondbóltslandsliðnum
Vónbrotið var stórt hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu eftir tepra tapið fyri Póllandi, men fótfimi spælskiparin lovaði føroyingum meir frá hondbóltslandsliðnum í framtíðini
15.01.2024 - 19:34

Elias á Skipagøtu ivaðist ikki eitt sekund, tá hann fekk spurningin.

Kunnu føroyskir áskoðarar vænta okkum meir av hesum liðnum?

 - Ja, tað kunnu teir gott. Vit hava nógv ár frammanfyri okkum, og tað er ongin, sum er í sínum besta hondbóltsaldri enn, segði føroyski spælskiparin, sum við sínum níggju málum aftur varð dagins spælari.

 - Vit fara at blíva betri og betri, og vónandi fara vit at klára okkum enn betur, tá vit koma við næstu ferð.

 

Vónbrotin av tapi

Tað var framtíðin. Í nútíðinu - beint eftir tepra 32-28 tapið fyri Póllandi - var Elias Ellefsen á Skipagøtu vónbrotin.

 - Vit hava kjansins, men vit fáa ov stór problem av (Kamil, red.) Syprzak og vinstra bakkinum, Sicko, og tí bleiv tað øgiliga ringt í verjuni, helt bakspælarin.

 - Vit arbeiddu upp á ymsar loysnir, men funnu tær ikki ordiliga. Vit royndu at koma longur fram, men so opnaðu teir vøllin ordiliga nógv, og tá høvdu teir nakrar skjótar duell-leikarar eisini. So vit mugu heim at arbeiða upp á verjuna til næsta landsdyst.

 

Fingu eitt stig - høvdu vónað meir

Føroyar fingu eitt stig - javnleikurin ímóti Norra verður seint gloymdur - og tað stendur eisini sterkast í huganum hjá Eliasi á Skipagøtu, sum kortini hevði ætlað sær meir.

 - Tað er spell, men hetta er okkara fyrstu ferð, og vit gjørdu ein góðan figur. Vit hava spælt upp ímóti øllum liðunum, sum vit hava spælt ímóti. Vit hava verið eitt sindur óhepnir ímóti Póllandi og Slovenia, og hava kanska ikki spælt heilt har, sum vit vilja spæla, men vit hava prógva, at vit eru her fyri at vera, og vit gleða okkum til at sleppa at royna at kvalifisera okkum eina aðru ferð, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329