Fíggjarstøðan í KVF ein forðing fyri EBU-limaskapi

Fíggjarstøðan í KVF ein forðing fyri EBU-limaskapi
Janus Wiberg skal í morgin royna seg í danska Melodi Grand Prix. Ætlanirnar um at fáa sjálvstøðugan limaskap í EBU og sleppa til Eurovision eru tó steðgaðar upp
Ritzau / Scanpix
Janus Wiberg Mortensen skal royna at syngja seg til Eurovision gjøgnum danska Melodi Grand Prix
16.02.2024 - 19:23

Aftur í ár tekur ein føroyingur lut í danska Melodi Grand Prix.

Janus Wiberg skal í annaðkvøld royna seg við sanginum “I Need Your Love”.

Í fjør vann føroyski Reiley danska Melodi Grand Prix og umboðaði Danmark á Eurovision í Liverpool. Reiley er fyrsti føroyingur, ið hevur megnað at sungið seg til Eurovision-finalurnar. 

 

Hvat bleiv av EBI-limaskapinum?

Nógvir føroyingar vóru við í Liverpool, millum annað Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Tá ætlaðu bæði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, og Ivan Niclasen, kringvarpstjóri, at føroyingar skuldu fáa limaskap í EBU, og á tann hátt umboða Føroyar og ikki Danmark í Eurovision.

EBU skipar millum annað fyri Eurovision og er eitt samstarv millum public service støðir. At gerast limur í EBU kostar 1,5 milliónir krónur, umfram eitt limagjald á hálva millión krónur árliga.


Steðgað upp

Men hesar ætlanirnar eru tó fyribils steðgaðar upp. 

Sirið Stenberg og Ivan Niclasen siga, at tað er tann fíggjarliga støðan, ið ger, at málið er steðgað upp

Málið er tó ikki slept.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329