Kappast um at gera miðbý í Fuglafirði

Kappast um at gera miðbý í Fuglafirði
Tríggjar arkitektastovur kappast um eina miðbýarætlan fyri Fuglafjørð. Hetta skal fríðka um býin og økja trivnaðin hjá fuglfirðingum
11.03.2024 - 19:24

Tað eru nógvar avbjóðingar at loysa, áðrenn Fuglafjørður kann breggja sær av at hava ein veruligan miðbý. Millum annað er nógv tung ferðsla og ein vegur beint gjøgnum bygdina býtir bygdina í tvey.

Nú skulu tríggjar arkitektafyritøkur kappast um at loysa hesa uppgávuna og síðan samskipa miðbýin, so hann verður eina meira samanhangandi eind.

Hetta stendur milum annað í innganginum til kakkpingarskránna, sum er tað arkitektafyritøkurnar skulu arbeiða út frá:

"Miðbýarætlanin skal taka støði í miðbýarøkinum sum heild við atliti at eindunum: Býarkjarnin, Mentan og frítíð, Fríløtuøki og Vinna. Við at hugsa heildina í smærri eindir, verður lættari at arbeiða við miðbýnum. Eindirnar hava ymiskt virksemi, og til dømis eru bústaðarøkini, fótbóltsvøllur, kirkja og kirkjugarður dømi um fastar eindir, ið miðbýarætlanin skal tillaga seg eftir. Hinvegin eru fríari teymar og meira pláss at arbeiða við fríløtuøkjum og býarkjarnanum, og hvussu eitt nú vinnuøkið kann koma at virka betri saman við hinum eindunum. Fjøltáttað virksemi má fegin vera, men við einum samanspæli millum eindirnar. Miðbýarætlanin skal varðveita ymiskleikan í økjunum, og samstundis betra um samanhangin millum økini ella býarpartarnar."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815