Breddin - stroyming

Breddin stroyming: Kjak um Ríkisfelagsskapin
18-04-2024
Høgni Hoydal, Bárður á Steig Nielsen, Aksel Johannesen og Beinir Johannesen kjakast. Skal ríkisfelagsskapurin vera samveldi, ein ríkisfelagsskapur ella ríkjafelagsskapur?

Føroyar, Grønland og Danmark skulu vera javnsett lond í ríkisfelagsskapinum - trý lond, trý fólk og tríggjar tjóðir. So greið var danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen í røðu síni, tá Fólkatingið var sett í heyst.

Nýggja rákið peikar móti eini loysn við meiri sjálvræði í ríkinum. Ein loysn, sum tykist meiri realistisk, nú danir sjálvir seta júst hesa loysnina fyri moderniseringina av Ríkisfelagsskapinum á dagsskránna. Men skulu londini í Ríkisfelagsskapinum vera javnsett, so má tað kjølfestast í lóg, siga løgfrøðingarnir Kristian Joensen og Bárður Larsen í grein.

Men er politiskur áhugi fyri tí? Høgni Hoydal (T), Bárður á Steig Nielsen (S), Aksel Johannesen (J) og Beinir Johannesen (F) eru í útvarpsstovuna og kjakast um Ríkisfelagsskapin. 

Breddin - stroyming

Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, skifta orð um børn við avbjóðingum, ið verða senda av landinum
19-04-2024
Høgni Hoydal, Bárður á Steig Nielsen, Aksel Johannesen og Beinir Johannesen kjakast. Skal ríkisfelagsskapurin vera samveldi, ein ríkisfelagsskapur ella ríkjafelagsskapur?
18-04-2024
Erhard Joensen (S), Árni Skaale (F), Uni Holm Johannesen (J) og Annika Olsen (T) halda, at tað ræður um at tryggja, at slógvið, ið verður lóggivið til lands, kann virðisøkjast
12-04-2024
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og løgtingsmenninir Jaob Vestergaard og Bárður Nielsen vóru í sendingini fyrrapartin
15-03-2024
Uppskot um nýggja fosturtøkulóg verður lagt fyri tingið í hesi vikuni. Politiskt kjak var í Breddanum um fosturtøkuspurningin
05-03-2024
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Bjørn Kalsø, bóndi og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, vóru í Breddanum og kjakaðust um evnið
27-02-2024
Tað verður stríðsval til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag, tí Sanna á Løgmansbø bjóðar sitandi formanninum, Jógvani Philbrow, av
14-02-2024