Icelandair flogskipari: Fantastiskt at síggja framburðin í Vága floghavn

Icelandair flogskipari: Fantastiskt at síggja framburðin í Vága floghavn
Flogskiparin á fyrsta túrinum hjá Dash 8-flogfarinum hjá Icelandair, Kristján Arnar Jakobsson, var hugtikin av góðum umstøðunum í Vága floghavn
Bjarni Árting Rubeksen
Manningin á fyrsta túrinum hjá Icelandair á nýggju Føroyaleiðini. Frá vinstru: Kristján Arnar Jakobsson, flogskipari, Laufey Bjarnadóttir, flogterna, Sigrún Helga Hólm, flogterna, og Jóhann Atli Hafliðason, stýrimaður
01.05.2024 - 21:30

"Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum," staðfesti royndi flogskiparin Kristján Arnar Jakobsson, tá hann trygt hevði lent Dash 8-flogfarið hjá Icelandair í Vágunum. 

Harvið vóru Kristján Arnar Jakobsson og manning hansara við til at skriva føroyska loftferðslusøgu, nú Icelandair sjósetti eina nýggja Føroyaleið í dag. 

Kristján Arnar Jakobsson var skjótur at framhevja stóru ábøturnar, ið eru gjørdar við Vága floghavn seinastu árini. 

"Tað er deiligt at síggja framburðin, sum er hendur her. Flogvøllurin er betri, komuhøllin er framúrskarandi, so eg vænti, at vit fara at hava tað gott saman her í Vágunum," staðfesti fyrikomandi flogskiparin á fyrsta túrinum á nýggju Føroyaleiðini hjá Icelandair. 

Kristján Arnar Jakobsson rósti eisini fólkunum, ið arbeiða í loftferðsluni í Føroyum. 

"Eg eri hugtikin av, hvussu góð kunningin um veðurviðurskiftini, kastivindar og sovorðið í Vága floghavn er. Tað kundi verið trupult at rokna út fyrr, tá ið mann skuldi seta seg her."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065