Lyra vann greipuna

Lyra vann greipuna
Lyra er besta føroyska kvinnuliðið í estetiskum fimleiki. Liðið hjá Ljósinum, sum fyrr í ár vann steypakappingina, gjørdist um vikuskiftið eisini FM-vinnari
13.05.2024 - 18:28

Lyra úr Ljósinum tryggjaði sær greipuna, tá kvinnuliðið vann føroyameistarakappingina í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. Hulda úr Havnar Fimleikafelag endaði nummar 2.

Lyra vann FM-kappingina við 48,09 stigum samanlagt, meðan Hulda fekk 46,40 stig.

Í kappingini hjá unglingunum var Mira best. Liðið úr Havnar Fimleikafelag vann kappingina við 45,73 stigum frammanfyri Rósuna hjá Støkk, sum fekk 44,23 stig.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327

Meira um sama evni