Dennis Holm kærdur til landsstýrismálanevndina

Dennis Holm kærdur til landsstýrismálanevndina
Árne Skaale, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismaálanevndina at kanna, um alt er farið rætt fram, tá ið svartkjafturin er býttur ----
13.05.2024 - 19:24

Tað er undanfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, sum nú kærir núverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, Dennis Holm, til landsstýrisnevndina.

Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki. 

Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá teirra skipum og lata øðrum.

Felagið hevur fingið ein løgfrøðing at kanna málið, og niðurstøðan hjá honum er, at landsstýrismaðurin hevur onga heimild at gera broytingar í kunngerð um svartkjaftabýtið í sjófeingislógini.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrisnevndini, sigur, at nevndin ikki tekur málið upp fyrr enn síðst í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV