Kappróður

Video: Kappróður 10mf Menn, Sundalagsstevnan 2024
15-06-2024

Sundalagsstevna 2024 úrslit

Nr. Bátur Tíð Munur Stig Kort
1 Klaksvíkingur (KRF) 04:23.22 +00.00 7  
2 Norðingur (NHR) 04:24.42 +01.20 6  
3 Nólsoyar Páll (KRF) 04:25.49 +02.27 5

Kappróður

Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Á hvørjari FM-stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.