Til aðalroynd við Symfoniorkestrinum og Eivør

Til aðalroynd við Symfoniorkestrinum og Eivør
Vit vilja vísa nakað av tí besta, vit eiga. Tað sigur Føroya Symfoniorkestur, sum í annaðkvøld spælir í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn.
09.08.2024 - 19:26

Føroya Symfoniorkestur hevur um dagarnar tvær konsertir - tann fyrra var í Lívdini í Hoyvík í gjárkvøldið og tann seinna í Konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn í annaðkvøld. Á skránni er nýtt tilfar, bæði frá tónaskaldinum Sunleifi Rasmussen og songkvinnuni Eivør, sum eisini er solistur til konsertirnar.

Frumframførsla verður av verkinum "Tónar úr innastu tøgnini", ið Sunleif Rasmussen skrivaði við íblástri úr yrkingini Dreymarnir hjá Gunnari Hoydal. Og saman við Symfoniorkestrium framførir Eivør Pálsdóttir millum annað tvey løg úr nýggju fløguni ENN. Marjun Syderbø Kjelnes skrivaði tekstin, og til høvið setti Tróndur Bogason tónleikin út til symfoniorkestur. 

Vit vóru við til aðalroyndina áðrenn fyrru konsertina í Lívdini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595