Fyrsta spælistað til rytmiskan tónleik letur upp á Toftum

Fyrsta spælistað til rytmiskan tónleik letur upp á Toftum
"Eg havi sjálv altíð ynskt mær at komið aftur til Toftir og spælt konsertir, men spælistaðið hevur manglað," sigur Dania O. Tausen, stigtakari, til spælistaðið í Blómuhúsinum
26.09.2024 - 21:00

Fólk á Toftum, Nesi, Saltnesi og har um leiðir fáa nú høvi at uppliva nærkonsertir við nøkrum av okkara fremstu tónlistafólkum á heimabeiti. 

Dania O. Tausen, fjøllistakvinna, ið sjálv er ættað av Toftum, hevur umskapað loftið á Blómuhúsinum, sum liggur á Toftavegi 10 mitt í bygdini, til eitt spælistað til rytmiskan tónleik. 

"Tað hevur manglað eitt stað at framføra tónleik uttan fyri kirkjurnar, samkomurnar og skúlan á Toftum," ásannar Dania, meðan hon vísir runt á loftinum í Blómuhúsinum. 

"Her verður pláss fyri 50 fólkum, tí eg vil heldur hava, at tað er behagiligt og hugnaligt, enn at kroysta so nógv fólk sum gjørligt inn."

 

Økistónar og Nes kommuna hava stuðlað

Nýggja spælistaðið í Blómuhúsinum á Toftum er sett í verðina í samstarvi við Økistónar og Nes kommunu

"Hetta hevði slett ikki borið til uttan stuðul frá Økistónum til at løna tónleikarunum, og so hevur Nes kommuna eisini víst átakinum vælvild við at stuðla við ljóðútgerð. Tað var eisini avgerandi fyri meg, at Nes kommuna var við uppá at fáa eitt spælistað í bygdini."

Tað hevur eisini verið avgerandi fyri Daniu O. Tausen, at fólkini, ið reka Blómuhúsið, eisini hava verið við upp á hugskotið at brúka loftið sum eitt spælistað fyri rytmiskan tónleik. 

"Tey hava opið í blómuhandlinum, tá konsertir eru, og har kunnu fólk keypa sær blómur, kaffi og soft ice," greiðir Dania O. Tausen eldhugað frá. 

 

Ein konsert um mánaðin

Ætlanin er at hava eina konsert um mánaðin í Blómuhúsinum á Toftum, og Dania O. Tausen lovar fólkum í heimbygdini eina fjøltáttaða skrá. 

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, verður fyrsta konsertin í Blómuhúsinum á Toftum við Guðrið Hansdóttir, ið hvørt mansbarn í Føroyum kennir, og Onnu Sabinu, ið er av Toftum, men enn er eitt fullkomiliga óskrivað blað.

"Mær dámar væl hugskotið at blanda roynd og óroynd, almenn og staðbundin, tónlistafólk. Tað kann stimbra tónleikaspírunum á staðnum at sleppa at spæla saman við meira royndum tónlistafólkum, meðan áhoyrararnir fáa høvi at uppliva bæði tað ordiliga kenda og tað eitt sindur meira ókenda, ið er á veg fram," greiðir Dania O. Tausen frá. 

Konsertin í annaðkvøld, fríggjakvøldið, er longu útseld, og tað ber vitnisburð um, at tað er áhugi fyri at hava eitt spælistað á Toftum. 

Fylg spælistaðnum Blómuhúsið á Toftum á Facebook og Instagram.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933