Seingjardeildin á B6 flutt inn í H-bygningin

Seingjardeildin á B6 flutt inn í H-bygningin
H1 seingjardeildin á Landssjúkrahúsinum er tikin í nýtslu - deildin flutti av B6 í dag
08.10.2024 - 19:25

Medisinska seingjardeildin á B6, sum flestu okkara kenna, er nú fortíð. 

Sjúklingar, ið áður hava verið ávístir og innlagdir á B6, verða frameftir innlagdir á H1 í eindini vestureftir.

Á B6 vóru 39 seingjarpláss, meðan tey vera 31 á H1. Tað kundi á pappírinum sæð út til at blivið ein trupulleiki við færri seingjarplássum, men tað halda Birna Mohr Joensen, depilsleiðari, og Guðni Remberg, funktiónsleiðari, als ikki.

Tvørturímóti loysa einastovurnar á nýggju deildini stóra trupulleikan, sum hevur verið við, at seingjarpláss við jøvnum milumbilum hava verið flutt út á gongina á B6. Á H1 verður tað helst óneyðugt, at fólk liggja úti á gongini.

- Tey, ið framyvir verða innløgd á medisinsku seingjardeildini fáa nógv betri umstøður at vera saman við sínum avvarðandi, siga báðir leiðararnir.

Sergreinar á medinsku seingjardeildini, eru krabbamein, palliatión, nýrasjúkur, giktsjúkur, infektiónsmedisin, livur, maga- og tarmsjúkur, diabetes og aðrar stoffskiftissjúkur, umframt blóðsjúkur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132